Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seinasti heimadystur hjá Team Klaksvík

Ítróttur

Seinasti heimadysturin hjá Team Klaksvík verður ímóti KÍF leygardagin 8. Apríl, kl. 18.00

Leygardagin kl. 18.00 spælir Team Klaksvík sín seinasta dyst hetta kappingarárið. Árið hjá besta liðnum hevur verið heldur misjavnt, har liðið til tíðir hevur víst eitt gott spæl, og til aðrar tíðir mestsum ikki hevur møtt upp. Mótstøðuliðið hendan seinasta dystin er KÍF, og er eingin ivi um, at Team Klaksvík ætlar at enda árið við einum góðum úrsliti.

Minnast Emil Johannesen

Týskvøldið 4. apríl fingu vit tey tungu boð, at Emil Johannesen er farin frá okkum, bert 57 ára gamal.

Emil hevur øll árini verið ein hollur stuðul hjá felagnum, og altíð hevur hann veitt eina hjálpandi hond, tá felagið hevur havt tørv á hjálp. Hann hevur verið fastur skrivari, tá besta liðið hevur spælt sínar heimadystir, sum báðar myndirnar vísa. Uttan slíkar eldsálir hevði Team Klaksvík ikki havt nakran møguleika at virkað.

Áðrenn dystin leygarkvøldið millum Team Klaksvík og KÍF verður tøgn í ein minutt, og leikararnir fara at spæla við syrgibandi. Team Klaksvík hevur eisini gjørt av, at peningaliga yvirskotið av dystinum fer til krabbameinsfelagið.