Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seinasti netverksfundurin í ár

Vinnulívsráðið í Klaksvík

Hanus Hansen, stjóri hjá JFK, hevði framløgu fyri limunum í Vinnulívsráðnum. Nógv var spurt aftaná framløguna

Tíðindaskriv frá Vinnulívsráðnum í Klaksvík:

Hanus Hansen, stjóri hjá JFK, hevði framløgu fyri limunum í Vinnulívsráðnum. Nógv var spurt aftaná framløguna

Netverksfundurin hjá fyritøkunum í Klaksvík tykist vera eitt gott og vikomandi forum, har tær fáa tosað saman um felagsviðurskifti umframt, at ein vitan verður latin og hvørjir møguleikar eru fyri samstarvi.

Umframt at ymiskir fyrilestrar hava verið ígjøgnum árið, hava tríggir netverksfundir verið: hjá El-in, KSS og seinast nú í vikuni hjá JFK.

Hanus Hansen, stjóri greiddi frá søguni hjá JFK-fyritøkuni, tann týdning hon altíð hevur havt, ikki bara fyri Klaksvík, men eisini um alt landið.

Greitt varð frá skiftandi umstøðunum hjá fyritøkuni, sum ikki er óvanligt innan fiskivinnuna, hvørji skip og virki hoyrdu til JFK-samtakið, hvørji londini útflutningurin av ymiskum fiskaløgum fór til, um lønarútgjaldingarnar og hvussu nógv fólk fyritøkan hevur á lønarlistanum. – Eisini var komið inn á framtíðina.

Dentur varð lagdur á týdningin hjá eini fyritøku at duga at lofta skiftandi umstøðum og handla í rættari tíð.

Allarflestu fyritøkurnar í Klaksvík eru limir í Vinnulívsráðnum, og har vóru umleið 60 fólk á fundinum umboðandi fyritøkur og stovnar.

Semja var um, at hetta var bæði ein spennandi frágreiðing og ein upplýsandi løta hjá limunum frá stjóranum hjá JFK og nógvir spurningar vórðu settir honum aftaná framløguna.

Komandi netverksfundur verður í Klaksvíkar Býráði týsmorgunin 10. február 2015 kl. 10.