Føroya Bjór takkaði Jógvan Jacobsen fyri góða og drúgva tænastu
Starvsfelagaðar og familja vóru savnaði til móttøku tá Jógvan Jacobsen, sum í næstan 40 ár í ymiskum tíðarbilum hevur starvst sum bryggjari á Føroya Bjór hevði seinasta starvsdag.
Stjórin á Føroya Bjór, Einar Waag, takkað Jógvan fyri drúga og góða tænastu. Hann segði m.a. at Jógvan hevði verið trúfastur og altíð møtti til tíðina. Starvið sum bryggjari er týdningarmikið tí tað er hann sum byrjar prosessina sum senri endar sum liðugtvøra úti í handlunum. Eisini hugloyddi stjórin um teir sum starvast høvdu í bryggjhúsinum og at Jógvan hevði verið við til allar broytingarnar og útbýggingarnar sum vóru framdar seinastu 40 árini.
Ólavur Klakk sum hevur arbeitt á Føroya Bjór meira enn 40 ár takkaði vegna starvsfólkini og handaði Jógvani eina gávu frá starvsfeløgunum.
Magnu Kjelnæs, sum hevur starvast á Føroya Bjór í meira enn 50 ár segði at Jógvan fekk álitisstarv beinanvegin eftir at hann byrjaði á Føroya Bjór.
– Soleiðis var eisini tá Jógvan spældi við KÍ – tá brúkut vit tveybakkssystemið og Jógvan varð tað vit róptu fyri center-half. Í dag skullu fýra mans at røkja tað uppgávuna sum Jógvan røkti einsamallur.
Umframt røður var eisini sangur á skránni sum Hallur Joensen skipaði.
Jógvan Jacobsen hevur í sínum virkna lívið eisini verið sjónleikari og tað vísti hann eisini tá hann undir borðhaldinum sang “Himmal, Limmal, Lei….” sum ikki kann greiðast frá – men skal upplivast.
Sí myndir




