Hvørja 6. viku fara næmingarnir í 5. flokki í handaverk og list til eitt nýtt verkstað. Verkstøðini í 5. flokki eru smíð, hondarbeiði, tónleikur, evning, telda og køkur. Hetta dámar teimum væl, og tíðin er nokkso passalig, so tey kunnu vitja øll seks verkstøðini í skúlaárinum.
Hvat er so at gera teir seinastu tímarnar, áðrenn farið verður víðari? Okkurt, sum ikki tekur ov langa tíð, og sum tey kunnu blíva liðug við.
Jú, dreingirnir settu seg at byggja hús við sukurrørum, og genturnar valdu at gera oyralokkar. Púra friðarliga í tveimum bólkum sótu tey og arbeiddu so hugagóð. Sum myndirnar vísa, so gjørdist úrslitið eisini gott.
So nú verður spennandi í komandi viku at vitja á nýggjum verkstaði.













