Sunnudagin 6. Mars kl. 13:00 verður seinna steypakapping í estetiskum fimleiki í Ítróttarhøllini í Runavík. 20 lið hava meldað til luttøku og eru hesi úr Fimleikafelagnum Støkk, Fimleikafelagnum Ljósinum og Havnar Fimleikafelag. Bólkarnir, ið luttaka eru: Pinkur, smágentur, gentur, kvinnuunglingar og kvinnur.
Kappingin byrjar kl. 13:00 við pinkum og smágentum. Eftir heiðursmerkjahandan, áleið kl. 15:30, byrjar kappingin hjá gentum, kvinnuunglingum og kvinnum. Spennandi verður at síggja hvørji av hesum liðum verða steypavinnarar.
Føroya Fimleikasamband




