Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seinsummardagur á Sandi leygardagin

Txt og myndir: Oliver Joensen

Veðrið hevur ikki verið av tí allar besta í gjár og í nátt. Nógvur vindur og regn. Sum sæst á myndunum niðanfyri, so eru áirnar stórar í løtuni aftaná nógva regni. Men í skrivandi stund kagar sólin undan og tað er turt.

Veðurmenninir boðað frá góðum veðri leygardagin, og tað gleða tey seg til í Sandoynni, tí tey vænta nógva vitjan, nú tey fyrireika Seinsummardag leygardagin.

Norðlýsið var inni á Kunningrstovuni á Sandi og tosaði við kunningarstjóran, Fríði Nolsøe.

Fríði sigur, at Seinsummardagur hevur verið eitt tiltak, ið hevur ment seg á hvørjum ári. Kanska líkist tað hugskotinum við Sjómannadegun, heldur hann, tí kommunan her hevur avgjørt at tiltakið skal vera ókeypis. Tí fær tað størri og størri undirtøku og faktiskt koma fólk úr øllum landinum til tiltakið.

Byrjað verður við morunmati kl. 10.00, síðani verða hoppiborgir, skjótikapping og gongutúrur verður eftir søgnini um Gívrina. Seyðahundar verða at síggja til arbeiðis og annað mangt, sum sæst nærri á skránni niðanfyrði.

Um kvøldið verður konsertvið ymiskum bólkum og seinni verður skipað fyri dansi í Virkinum.