Tað eru seks ár eftir til Norðoyatunnilin sum aðrir tunnlar í landinum verður ogn hjá Landskassanum. Samhaldsfesti hevur altíð verið lykilin tá stórar almennar útbyggingar hava verið av vegakervinum kring landið og tí var eingin ivi hjá løgtinginum tá lógin um fast samband um Leirvíksfjørð varð samtykt í mars mánað 2002 – tá tunnilin varð útgoldin skuldu bummarnir burtur.

Tá lógaruppskotið um P/F Norðoyatunnilin varð samtykt í løgtinginum við 3. viðgerð tann 4. mars 2002 stóð soleiðis at lesa í sjálvum lógartekstinum:
…… Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, og P/F Norðoyatunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið uttan viðurlag avhendað landinum til ognar….. .
Og í viðmerkingunum til lógartekstin stendur soleiðis skrivað:
….Felagið (Red.: P/F Norðoyatunnilin) ber allan rakstrarkostnað av tunlinum, til hesin verður avhendaður landinum til ognar. Tá yvirtekur landskassin rakstrarútreiðslurnar av tunlinum, sum leysliga verða mettar til kr. 5 – 6 mió árliga….
Skálafjarðartunnilin er ein fantastisk verkætlan sum samanbindur Skálafjørðin við seg sjálvan og miðøkið og hetta ferð uttan iva at menna hetta økið og samstundis hava mennandi og positiva ávirkan á alt norðurøkið. Útlendska fíggingarmodelli sum hevur verið lýst í miðlunum ljóðar spennandi og tá so tunnilin er afturgoldin er tað sjálvsagt at tunnilin verður ogn hjá okkum øllum.
Tað er umráðandi at stóru samfelagsligu útbyggingarnar verða framdar í samhaldsfesti og at alt samfelagið stendur saman um at lyfta fíggjarliga. Soleiðis verður eisini tá Sandoyartunnilin skal byggjast.
Vit kunnu ikki leggja gjøld á partar av vegakervinum sum bert rakar ávísarar borgarar í samfelagnum, tí hetta er kappingaravlaðandi og gerð tað óneyðuga kostnaðarmikið at búgva og virka í ávísum økjum í landinum. Hinvegin er tað rætt at hava bummgjald í avmarkað tíðarskeið fyri at rinda stóru íløgurnar sum undirsjóvartunnlar jú eru.