Teir eldru menninir stytta sær um stundir viđ sjavsi í gomlu havnaskrivstovuni
Teir melda óført og prátiđ gongur lystiliga millum spølini.
Í dag eru Karl Isaksen og Anker Bjartalíđ makkarar í móti Páll Josephsen og Marni Zachariasen, sum er unglingin í rúminum. Álvur Magnusson er fimti mađur í dag og tađ gongur ikki longi, so hevur hann loyst onkran av.
Her gongur javnt á. Vit hava vunniđ ein kross í part. Verri er viđ høgættini, heldur Páll fyri.
Tá vit spyrja hvar konufólkini eru siga teir allir viđ ein munn “tær ræđast okkum”




