Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seks KÍ-dreingir til EM í Portugal

John William Joensen

Seks dreingjaliðsspælarar hjá KÍ eru tiknir út til U17 landsliðið, sum mitt í oktober skal taka lut í eini EM-undankapping í Portugal

Tríggir dystir eru á skránni, og teir eru ímóti Portugal, Týsklandi og San Marino. Dystirnir verða spældir í døgunum frá 14. til 18. oktober. Teir seks KÍ-spælararnir eru: Hans Jørgensen, John Hammer, Ári Samson, Eli Simonsen, Álvur Christiansen og Páll Klettsgarð. Venjarar hjá U17 landsliðnum eru Pætur Clementsen og Finn Johannesen.