KÍ var umboðað, tá U-17 landsliðini við gentum og dreingjum blivu úttikin í morgun.
Í samband vid EM-undankappingina hjá U17-landslidnum vid gentum, sum verdur í Danmark frá 3. til 10. august, hava landslidsvenjararnir Jón Pauli Olsen og Bára S. Klakstein úttikid hesar leikararnar:
Annika M. Arge, Hervør Olsen, Gudny Johannesen og Jancy Jacobsen, KÍ
Silja R. Róin, Elisabeth Vang og Guðrið Thomsen, B36
Durita Hummeland og Kára Djurhuus, EB/Strezmur
Annika Dam, Lív Arge og Milja R. Simonsen, HB
Hjørdis Rasmusdóttir, Arnborg Lervig, Sigrun T. Magnussen og Bjørt Holm, Víkingur
Jónvá Hentze og Ása á Reynatúgvu, B71
Føroysku genturnar eru komnar í bólk saman vid Danmark, Wales og Grikkalandi.
Skráin:
5. august: Danmark – Föroyar
7. august: Föroyar – Wales
10. august: Föroyar – Grikkaland
Menninir
Í døgunum 5. til 11. august verður árliga Norðurlandameistarakappingin fyri U16-landslið við dreingjum. Í ár verður kappingin í Hamar í Norra. Føroyska U16-landsliðið er komið í bólk saman við Finnlandi, Norra og Onglandi, sum er gestalið til NM-kappingina. Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum fríggjadagin 2. august og er heima aftur sunnukvøldið 11. august.
Fyrsti dysturin hjá føroyska U16-liðnum verður í mánadagin 5. august.
Sum liður í fyrireikingunum er liðið á venjingarlegu í døgunum 18. til og við 23. juli . Dreingirnir skulu møta í FSF húsinum hósdagin kl 10.00. Leikarinir skulu hava tað við, sum er vanligt til eina venjing.
Í hesum sambandi hava U17-landsliðsvenjararnir, Áki Johansen og Pól F Joensen, hava úttikið hesar 18 leikararnar:
Teit Jacobsen, Heri Mohr, Bartal Wardum og Jákup Ludwig Thomsen, HB
Betuel Hansen, Petur Knudsen, Meinhard Olsen, Michal Przybylski, Andrias Poulsen og Karstin Hansen, NSÍ
Pól Fláaberg, Jan á Högaryggi og Rói Olsen, EB/Streymur
Hjalti Strømsten, Víkingur
Jóhan Waag Høgnesen Mikkjal á Bergi, KÍ
Høgni Egilstoft Nielsen, 07 Vestur
Ari Krosslá Poulsen, FC Suðuroy
Kelda og mynd: FSF




