Í samband við at jólabýurin letur upp um vikuskiftið, bjóðar Annika S. Biskopstø, samskipari, ein hjall út til tey ymsku feløgini í býnum. Tilber at lána ein hjall til at selja vaflur, gjøgg, kakao og kaffi í, sigur Annika. Tann fíni hjallurin, sum verður prýddur við perum og jóladámi hava ungdómar úr Tekniska Skúla í Klaksvík gjørt. Hjallurin kemur at standa ímillum tvær aðar sølubúðir í Gomlu Klaksvík, sum liggur niðanfyri Leikalund og Spaniastovu. Tað einasta kravið fyri at lána hjallin er, at tað skal vera eitt felag av onkrum slagi, og at tær inntøkurnar ið verða sostætt fara til eitt gott endamál.