Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Selma takkar fyri seg og býður Súna vælkomnum

Danial Viðoy

Móttøka í Starvsmannafelagnum: Í sambandi við, at Starvsmannafelagið hevur fingið nýggjan formann verður almenn móttøka í hølunum hjá Starvsmannafelagnum seinnapartin í morgin.

Tíðindaskriv frá Starvsmannafelagnum:

Móttøka í Starvsmannafelagnum: Í sambandi við, at Starvsmannafelagið hevur fingið nýggjan formann verður almenn móttøka í hølunum hjá Starvsmannafelagnum seinnapartin hósdagin.

Á aðalfundinum herfyri varð Súni Selfoss valdur til formann í Starvsmannafelagnum. Hann tekur við eftir Selmu Ellingsgaard, sum hevur verið formaður felagsins seinastu 8 árini.

Til tess at markera vaktarskifti verður almenn móttøka í hølum Starvsmannafelagsins í J.H. Schrøtersgøtu 9, hósdagin kl. 15.00 til 18.00. Har verður møguleiki at heilsa uppá fráfarandi forkvinnuna og nývalda formannin.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Starvsmannafelagið