Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Selt 5.500 tons av makreli og sild

Danial Viðoy

Samlaða keypsupphæddin var úti við 21 milliónir.

Tíðindaskriv frá Fiskimálaráðnum: Fiskamarknaðurin aftur selt makrel- og sildakvotu á uppboðssølu.

Fiskamarknaðurin seldi í gjár 3.500 tons av makrelkvotu fyri ein miðalprís á 3,82 kr/kg og 2.000 tons av sildakvotu fyri ein miðalprís á 3,58 kr/kg.

Fyri makrelin vóru tað fimm skrásettir boðsgevarir, ið luttøku á uppboðssøluni og tríggir av hesum vunnu boð. Fyri norðhavssild vóru tað fýra skrásettir boðsgevarir, ið luttóku á uppboðssøluni og tveir av hesum vunnu boð.

Samlaða keypsupphæddin var 20.554.350 kr.

Keyparar vóru hesir:

Makrelur:

Keypari Nøgd Upphædd Miðalprísur
Christian í Grótinum 775
Fram 1325
Norðingur 1400
Tilsamans 3.500 13.386.750 3,82

Norðhavssild:

Keypari Nøgd Upphædd Miðalprísur
Norðingur 1.680
Tummas T 320
Tilsamans 2.000 7.167.600 3,58
Harleywoodpaint