Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Semingsgrunnur upp á 36 milliardir krónur

Zakarias Wang

Sum kunnugt er ríki okkara og Danmarkar ríki gingið undir sambandssáttmálan frá 29. august 1450, sum sigur, at hvørki ríki skal vera yvirmaður hins.

Sum kunnugt er ríki okkara og Danmarkar ríki gingið undir sambandssáttmálan frá 29. august 1450, sum sigur, at hvørki ríki skal vera yvirmaður hins.
Hetta er nærri greint í bókini: Fyrsti salutturin fyri fríu Føroyum.
Tað er einki dulsmál, at Danmørk ikki hevur hildið hesa áseting í
sáttmálanum, men í ólukkumát hevur lagt upp í okkara innanríkismál.
Ferð eftir ferð hoyra vit tó danskar oddamenn siga, at teir eru fúsir at
lata okkum fáa ræði á okkara egnu viðurskiftum. Teir siga, at vilja vit
loysa, so er bara at siga til. At teir sjálvir, tá vit í 1946 tóku teir upp
á orðið, sendu herskip at handtaka lóglýdnu løgtingsmenninar, kemur teimum
ikki til hugs. Nú sigur eitt nú Løkke, at hann ikki vil fáast við smálutir,
men vil hava, at vit koma við uppskoti um eina heildarloysn á øll
viðurskifti okkara millum.
Hvat kann gerast um so er, at donsku politikararnir standa við sítt orð?
Hvussu lætt hetta er, kunnu vit síggja av tí, sum fór fram eftir at
fólkaatkvøðan hevði verið í Føroyum í 1946. Tá segði danski
forsætisráðharrin at Føroyar og Danmørk nú skuldi skiljast. Hann gav
tænastuboð um, at allir donsku embætismenninir skuldu vera nýggju føroysku
stjórnini lýdnir og hjálpa henni av øllum alvi við loysingini.
Sigur danska stjórnin tí, at hon nú heldur uppat at leggja seg út í okkara
innanríkismál, so fáa øll tey, sum higartil hava fingið løn úr Danmark,
greitt at vita, at nú eru tey í starvi hjá okkara stjórn og skulu vera henni
lýðin.
Tað, sum eftir stendur, er tann fíggjarliga uppíleggingin, sum danska
stjórnin hevur havt hjá okkum. Henda uppílegging hevur fingið nøkur okkara
at hildið, at vit noyðast at lata danir stýra okkum afturfyri.
Vil danska stjórnin sleppa burtur úr tí fløkju, sum hon hevur vavt seg inn
í, er sera lætt at finna eina gongda leið.
Vit kunnu bert líta at tí, sum hendi í viðurskiftunum Danmarkar og Íslands
millum í 1918. Tá komu danir til, at tað var betri fyri Damarkar ríki, at
Ísland gjørdist sjálvstøðugt. Ríkini gjørdu ein sáttmála um hvussu komast
skuldi burtur úr tí støðu, sum higartil hevði verið, har Ísland hevði fingið
pening úr Danmørk. Loysnin var tann, at Danmørk setti á stovn ein grunn við
einum íløgufæi, sum var so stórt, at árligu renturnar av fænum svaraðu til
tað, sum Danmørk higartil hevði latið Íslandi um árið. Nú Ísland var
sjálvstøðugt slapp Danmørk frá á hvørjum ári at seta útreiðslurnar av
Íslandi á sína fíggjarlóg, og hin vegin kundi eingin briksla Danmørk fyri at
hava havt beinleiðis vinning av at hava latið Ísland gerast eitt
sjálvstøðugt kongsríki.
Varð henda leið gingin í sjálvstýrismáli okkara, kundu danir sloppið undan
árligu útreiðslunum til okkara við at seta ein grunn á stovn, sum var so
stórur, at rentan av honum svaraði til tað, sum teir á hvørjum ári áleggja
sínum skattgjaldarum at rinda okkum.
Hvussu stórur hevði hesin semingsgrunnur verið?
Greitt er, at hægri rentan er, minni er grunnurin.
Møguleikarnir eru nógvir. Ein av teimum er, at statslánsbrøv vórðu løgd í
grunnin. Í løtuni er árliga rentan av 30-ára statslánsbrøvum 2,8%.
Nágreinliga hvussu nógv danir gjalda til okkara í løtuni er heldur
torgreitt, men hetta ber til at greina í samráðingunum. Siga vit fyri at
taka eitt runt tal, at árligu útreiðslurnar eru eina milliard krónur, so
skal íløgufæið í grunninum vera 36 milliardir fyri at geva eina milliard í
rentu.
Útreiðslurnar av Grønlandi eru umleið fýra ferðir so stórar sum av Føroyum,
og skal grunnurin eisini fevna um Grønland, so verður upphæddin í honum 144
milliardir størri. ella tilsamans 180 millardir krónur.
Tølini ljóða kanska stór, men fyri Danmørk hevði ikki verið talan um nakra
meirútreiðslu.
Á henda hátt kundu partarnir gjørt tað, sum Knud Kristensen forsætisráðharri
boðaði frá at ætlanin var í 1946: At fáa eina loysn í sátt og semju.
Zakarias Wang

Harleywoodpaint