Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Semir sigur ger so væl og farvæl

Jákup Ósá

Serbiski miðvallarleikarin gevst á toppinum.

33 ára gamli serbin takkar nú endaliga fyri seg í føroyskum fótbólti.

Semir hevur seinastu árini verið eyðsýndur leikari í føroysku kappingini á miðvøllinum hjá KÍ. Hann gavst kanska heldur óvæntað eftir kappingina í fjør, men boðaði skjótt frá, at hann væntaði at koma aftur. Tað kom hann í summar og hann hevur spælt tilsamans 10 landskappingardystir umframt seks dystir í Europa League.

Semir spældi ein stóran leiklut í FM-finaluni, har hann skoraði 2-0 málið. Í síni seinastu heilsu sigur hann, at hetta málið var til teir góðu áskoðararnar.

– Hetta var mín síðsti dystur sum leikari fyri KÍ og mítt síðsta mál fyri hetta góða felagið. Eg ogni hetta málið til teir góðu áskoðararnar hjá KÍ og fólkini í Klaksvík. Takk fyri alt og koyr á KÍ, sigur Semir Hadzibulic við Norðlýsið at enda.

Frammanundan er greitt, at KÍ missir Simen Sandmæl og Darius Lewis.

Harleywoodpaint