Semir Hadzibulic spælir í løtuni við Novi Pazar í bestu deildini í Serbia. Hann var í fjør við til at spæla KÍ til Champions League. Nú vil hann ynskja liðnum bestu eydnu í Champions League, og hann sigur, at hann trýr uppá sítt fyrrverandi felag:
– KÍ hevur leikarar og venjarar, ið kunnu loypa hvøkk á Young Boys, og eg trúgvi uppá teir. Tað er ein dystur, og tað er uttan áskoðarar, sum í hesum førum er ein fyrimunur fyri KÍ. Vit fingu søgulig úrslit seinasta ár – hví skal hetta liðið ikki gera tað í Champions League? Hetta er eitt betri lið, enn vit høvdu seinasta ár. Tað snýr seg um at vera djarvur, sigur hann.
Semir sigur eisini, at hann hevur kærleika til felagið, býin og fólkini í Klaksvík.
– Klaksvík er mítt annað heim. Eg hyggi eftir øllum dystunum hjá KÍ á netinum, og tað sigur eitt sindur um, at eg kann ongantíð gloyma hetta felagið, Klaksvík og fólkini har, sigur Semir Hadzibulic.
Í blaðnum fríggjadagin er longri samrøða við Semir Hadzibulic.



