Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Semja við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Starvsmannafelagið

Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, hava gjørt nýggjan 2-ára sáttmála fyri tey, sum arbeiða hjá kommununum, SEV og IRF. Sáttmálin er á sama stigi sum semjan við Fíggjarmálaráðið og byggir á ein karm á 4,15 prosent yvir tvey ár.

Nýggi sáttmálin er galdandi frá 1. oktober 2015 til 1. oktober 2017.

Karmurin er tann sami sum í sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið fyri sama tíðarskeið.

Lønarhækkingin fyrra árið er 1,71 % og seinna árið 1,9 %.

Nakrir starvsbólkar verða umflokkaðir.

Eins og í sáttmálanum við landið er nú eisini staðfest í sáttmálanum við KAF, at hægra vaktargjaldið fyri at arbeiða um vikuskiftið er galdandi fyri tíðarskeiðið frá kl. 17.00 fríggjadag til kl. 07.00 mánamorgun.

Í semjuni eru m.a. eisini avtalur, sum skulu menna arbeiðsumhvørvið og tryggja at fakliga førleikamenningin verður umsett til veruleika. Eisini er avtala gjørd um um hvussu arbeiðssteðgur skal fráboðast og við hvørji freist.

Aðrar tillagingar eru eisini, sum samsvara við broytingarnar, sum vóru gjørdar í sáttmálan við Fíggjarmálaráðið fyrr í vetur.

Undirskrivaða semjan kann lesast her HER