Føroyar og ES eru samd um at føroyski parturin av norðhavssildini verður 40.000 tons ella 9,56 % sum er næstan tvífalt av tí sum Føroyar høvdu seinast semja var millum Føroyar og hini strandalondini (5,16%).

Í 2013 ásettu føroyingar sær eginkvotu har vit fiskaðu 105.000 tons av norðhavssild og 125.000 tons av makreli.
Semjan við ES og hini strandalondini, sum um eina løtu skal staðfestast í uttanlandsnevndini gevur Føroyum 156.000 tons av makreli (12,6%) og 40.000 tons av sild (9,56%).
Saman við økta tonsatalinum, økum prosent býti og við beinleiðis atgongd til ES marknaðin og at føroysk skip ikki longur eru avmarkað til at fiska sild og makrel í einans føroyskum sjógvi merkir at virði á pelagiska tilfeinginum í 2014 fer at seta met.
So dagurin í dag er ein sera góður dagur fyri Føroyar.