Smokie, sum skulu á pallin kl. 10 í kvøld eru lendir og ung sum gomul renna inn í Sparikassan at fáa sær armband.
Erik Biskopstø, sigur, at tað hevur gingið væl við fyrireikingum. Hóast alt líkist kaos nú bert fáir tímar eru til latið verður upp, so er neyv stýring á og vit verða liðnir til tíðina.
Veðrið er av tí allar besta, sól og eitt lítið lot høgt, teir hava júst trýstroynt ljóðanleggið og tað sýnist at rigga væl. Húskallar hava havt ljóðroynd, og teir vóru væl nøgdir.
Stórskíggin verður nú endaliga settur upp.
Streymurin av bilum stendur ígjøgnum Norðoyatunnilin og nógvir bátar, campingvognar og telt eru at síggja.
Alt teknar til ein spennandi Summarfestival.




