Leiðaradagurin 2022 verður fríggjadagin 25. mars 2022. Hann var fyrstu ferð hildin í januar 2005 og síðani hevur hann verið á hvørjum árið.
Á Leiðaradegnum vera ársins leiðarar kosnir. Ein leiðari innan privata vinnulívið og ein innan tað almenna. Tað er Synergi sum samskipar Leiðaradagin og kjósanina av ársins leiðarum.
Øll kunnu gera sína ávirkan galdandi við at senda inn uppskot um Ársins Leiðara. Til ber at tilnevna meira enn ein. Einasta treytin er, at tað skal vera ovasti stjóri ella leiðari á eini fyritøku, stovni ella felagi, ella ein nevndarforkvinna/-maður.
Synergi vónar at fáa eina rúgvu av tilnevningum við góðum grundgevingum. Tað verður síðani upp til dómsnevndina at taka endaliga støðu til, hvørji gerast Ársins Leiðarar 2022. Øll kunnu tilnevna ársins leiðarar. Í dómsnevndini sita 3 fólk. Tey sita í 2 ár.
Í 2021 var tað Farsóttarnevndin, sum gjørdist Ársins Leiðari innan tað almenna, og Marita Rasmussen, táverandi stjóri í Vinnuhúsinum, sum gjørdist Ársins Leiðari innan tað privata.
Uppskot til Ársins Leiðarar 2022 kunnu sendast inn her >>
Her er yvirlit yvir, hvør hevur verið kosin ársins leiðari síðani 2005 >>


