Í morgun varð boðað frá grind í Sundalagnum, men tað vísti seg at vera ein flokkur av springarum.
Politistøðin í Havn, sum grindaøkið í Sundalagnum hoyrir undir, sigur, at boðað var frá grind, men at tað vóru springarar, men teir vera ikki hildnir til. Bert Náttúrugripasavnið hevur loyvið til at merkja nakrar springarar.
Politistøðin sigur, at springararnir er farnir frá landi aftur.




