Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sendistova Føroya í Reykjavík letur upp 15. september

John William Joensen

Í sambandi við at føroyska sendistovan í Reykjavík letur upp, verður skipað fyri móttøku fyri innbodnum í Býráðssalinum í Reykjavík.

Á móttøkuni fara Jóannes Ejdesgaard, løgmaður og Ingibjørg Sólrún Gísladóttir, íslendskur uttanríkisráðharri at flyta fram røðu og Jensina Olsen fer at spæla tónleik. Eftir móttøkuna verður sendistovan í Austurstræti 12 opin fyri almenninginum.

Um kvøldið skipa Norrøna Húsið í Reykjavík, Norðurlandahúsið í Føroyum og sendistovan fyri konsert í Norrøna Húsinum. Luttakarir verða BUDAM, Jensina Olsen og Jógvan Hansen við íslendska bólkinum Izafold.

Les meira um konsertina á www.nordice.is/

Skráin fyri dagin:
Kl. 15.00 – 16.30 Móttøka fyri innbodnum í Býráðssalinum í Reykjavík
Kl. 17.00 – 19.00 Opið hús í føroysku sendistovuni í Austurstræti 12, har øll eru vælkomin inn á gólvið.
Kl. 22.00 – 01.00 Konsert í glassalinum uttanfyri Norrøna Húsið í Reykjavík.
Tey, ið føra fram, eru BUDAM, Jensina Olsen og Jógvan Hansen & Izafold.