Hóast B68 liðið kom sera skert til Klaksvíkskappingina at leika ímóti stjørnuspekkaða HB, so eydnaðist tað B68 at koma víðari.
B68 tók øll á bóli í Djúpumýru ídag. Roknað var frammanundan við, at HB fekk lættasta dystin í KÍ kappingini ídag, tá teir skuldu hitta B68 ið hevur mist og manglar fleiri lyklaspælarar. Men so varð ikki. Dysturin endaði 0-0 og eftir brotssparkskappingina endaði B68 sum vinnari, sostatt eru bæði høvuðsstaðarfeløgini uttanfyri steypamøguleika, tí finaludysturin verður ímorgin sunnudagin ímillum KÍ og B68.




