Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sentimetrar frá javnleikinum

Jákup Ósá

Føroyska U21 landsliðið sat á øllum nærum allan seinna hálvleik, men Eysturríki fór avstað við øllum.

Vánaligt verjuspæl, har tveir føroyskir leikarar ikki raktu bóltin serliga væl gjørdi, at Eysturríki fekk leiðsluna eftir áleið hálvan tíma. Men longu í 51. minutti bleiv ein leikari útvístur hjá Eysturríki fyri tvey gul kort. Eftir hetta setti føroyska liðið seg á dystin og hevði bóltin fyri tað mesta. Tað bleiv tó ov nógv spælt uppá tvørs ella aftureftir, og tí var sjáldan vandi á ferð, meðan Eysturríki lá sera kompakt og langt afturi við øllum liðnum. Móti endanum fekk føroyska liðið tó ein stóran møguleika, tá Jákup Thomsen kom at standa fríður, men hann skeyt bóltin sentimetrar viðsíðuna av. Seinastu minuttirnar sendu Føroyar nógv fólk fram og m.a. fór Hørður Askham úr verjuni og fram í álopið. Men tað gekk ikki væl at vinna leysu bóltarnar, og so vann Eysturríki 1-0.

Hagtølini hjá UEFA siga, at Føroyar einki skot hevði innanfyri málrammurnar, og tá verður ikki lætt at skora mál. Tí var sigurin uppiborin, men Føroyar sótu á spælinum í seinna hálvleiki. At liðið vanliga ikki ger tað hevur helst gjørt sítt til, at trupult bleiv at skapa møguleikar, tá mótstøðuliðið spældi so verjukent. Hóast 1-0 tap so var talan um besta úrslitið hjá Føroyum hesa undankappingina higartil og framgongdin hevur verið eyðsýnd seinastu dystirnar. Tað er nakað at byggja víðari á, og nú verður uppgávan Finnland á heimavølli 1. juni, og tá skulu helst stig til fyri at endaliga staðfesta framgongdina.

Harleywoodpaint