Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sera góður dagur hjá KÍ

Jákup Ósá

Hóast KÍ avrikar verri enn í fleiri ár í nógvum av dystunum móti niðaru liðunum, sum í dag, so blíva dystirnir vunnir og leiðslan í kappingini er tryggari enn nakrantíð.

Tað endaði 2-1 til KÍ á Svangaskarði í dag. Sostatt enn ein dystur hjá KÍ móti niðaru liðunum, sum bleiv vunnin við einum máli. KÍ skoraði síni mál í fyrra hálvleiki. Tað fyrra skoraði Luc Kassi eftir innlegg frá Patrick Da Silva, meðan Jákup B. Andreasen skoraði tað seinna eftir frísparksinnlegg frá Árna Frederiksberg. B68 minkaði um munin við væl spældum álopi beint áðrenn hálvleik.

Avrikið hjá KÍ var lítið at reypa av og síðsta partin av dystinum ráddi um at yvirliva, tá KÍ eisini spældi í undirtali, tí Vegard Forren hevði fingið reytt kort og tískil ongan dyst fær afturat undan Champions League dystinum móti Ferencvaros. Hjá KÍ hava fleiri landsliðsleikarar spælt nógv og teir fingu avmarkaða spælitíð og tá hópurin frammanundan er hart raktur av skaðum, so sást alt hetta uttan iava eisini aftur á vøllinum, har spælið ikki koyrir eins væl sum tá allir eru væl fyri og frískir.

Av dystum móti B68, so var hetta helst tann vánaligasti í fleiri ár. Men hóast tað, so bleiv dysturin vunnin eins og allir hinir landskappingardystirnir eru, og tað er hóast alt tað einasta, sum telir. Dagurin bleiv sera góður fyri KÍ. Tí HB tapti í Sørvági, og tað ger, at KÍ nú er heili 10 stig frammanfyri HB, sum liggur á 2. plássi undan toppdystinum í Klaksvík sunnudagin.

Harleyfacadeacryl