Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sera hent bók

Norðlýsið

Annfinn Danielsen um fótbóltsfrálærubókina ”Fótbóltur Framá”:
Áhugaverd bók

Fyrrverandi ungdómsvenjarin hjá KÍ, Annfinn Danielsen, letur sera væl at fótbóltsfrálærubókini ”Fótbóltur Framá”, sum Fótbóltssambandið stutt undan jólum gav út. – Ein sera hent bók, sum ein og hvør venjari eigur at ogna sær!

Bókaummæli:
Fótbóltur framá – frálæra í leikaramenning
Høvundar: Jógvan M. Olsen og Johan Nielsen
Útgevari: Fótbóltssamband Føroya
Kostnaður: 180 kr.

Fyri jól varð ein forkunnug fótbóltslærubók givin út av Fótbóltssambandi Føroya. Hetta er ein snotulig bók við stívari permu og við føroyskum myndum og við fótbóltsúrmælinginum Ronaldinho fremstum í tí partinum, sum er um fótbóltskunnleikan.
Norðlýsið hevur tosað við fótbóltsvenjaran Annfinn Danielsen um hesa nýggjastu føroysku fótbóltsfakbókina.

Egnað til ein breiðan skara
Og Annfinn hevur nógv gott at bera hesi nýggjastu føroysku fótbóltsfakbókini, sum Jógvan Martin Olsen landsliðsvenjari hevur skrivað saman við Jóhan Nielsen, ið man vera okkara mest royndi venjari í fremstu føroysku fótbóltsdeildini.
– Bókin telur 200 lættlesandi síður, og eg má siga, at talan er um sjáldsama lætt og livandi føroyskt mál. Væl verður greitt frá einstøku smálutunum, sum einhvør, ið hevur áhuga fyri fótbólti, leggur í at lesa.
– Bókin er egnað til ein breiðan skara av fólki – bæði fyri óroyndar og royndar venjarar, fyri leikaran og eisini fyri áskoðaran, sum vil vita meira, heldur Annfinn.
– Tað er eyðsýnt í hesum bókaverkinum, at tað er fólk við kunnleika og nógvum royndum í fótbólti, sum hava lagt til rættis. Eitt væl úr hondum greitt verk, sum nærum kann metast javnt við tøkniligar útgávur um sama evni.

Vitan sum krevst til menning av børnum
– Bókin er býtt sundur í 8. partar. Fremst verður tikið saman um barnavenjingina, og er hesin partur sera greiður, har spælið, barnið og bólturin eru miðdeplarnir.
– Eisini verður greitt eitt sindur frá um menningina av børnum, sum eisini er vælskiljandi, stutt og greitt skrivað.
– Ein og hvør venjari eigur at hava hesa vitanina, sum er serliga viðkomandi og neyðug fyri at kunna menna børnini, ið spæla fótbólt.
– “Børn eru ikki smá vaksin”, verður ofta verður tikið til, og tann setningurin kundi verið yvirskriftin fyri hendan partin.
– Ein partur í bókini snýr seg um ungdómsfótbólt, og hvussu venjingartímin verður skipaður. Hetta er ein áhugaverdur partur, sum eisini vendir sær til vanliga nevndarlimin í felagnum.

Læriætlanir eru bert vegleiðandi
– Síðani kemur ein læriætlan frá 6 ár og til unglingar, har høvundarnir nerta við áhugaverdar partar av venjingini. Eitt nú hvørji eyðkenni børnini hava og um eginleikar hjá venjarunum, sum er av stórum týdningi, tá venjarin verður settur. Hvør hugsar um, at smápiltavenjarin skal verða blíður, róligur, tolin, og dáma væl at spæla?
– Her kann leggjast afturat, at læriætlanir altíð eru vegleiðandi og eiga ikki at vera tiknar bókstavliga, tí børn eru so ymisk. T.d. verður í bókini mælt til, at smápiltaleikarin skal venja fyrstuferð-avleveringar. Her kann eg nevna sum eitt dømi, at tað hjá summum man vera nóg mikið at taka ímóti einum bólti.
– Somuleiðis haldi eg, at leikaraprofilarnir (eitt yvirlit yvir hvat leikarin dugir) ikki eigur at verða nýtt til 8-10 ára gomul. Meginreglan er, at “børnini spæla” og skulu sleppa tað.
– Har manglar eisini í yvirlitunum um evnini “at samstarva”, sum er ein sosialur partur, ið eisini skal mennast, men hetta er helst ein ótilvitað villa.
Samanumtikið heldur Annfinn Danielsen, at hesin parturin, “læriætlanin”, er fjølbroyttur og nertir við allar partar av bóltspælinum, ymsar teknikkir, taktikk, kost, tubakk og innlæring.
– Hetta er alt dygdararbeiði, sum er góður lesnaður fyri ein og hvønn venjara.

Væl útgreinað teknisk venjing
Triði parturin snýr seg um teknikk, lýst við stuttari frágreiðing og einum ótali av dømum um venjingar, og Annfinn heldur tí, at venjarin her má duga at finna tað venjingina, sum hóskar til hansara leikarar.
– Ein hentur partur er skipanin av venjingini, frá tí lættara og til tað torføra: 1 leikari, 2 – 4 leikarar. Hetta er sera gott og kemur ógvuliga væl við hjá tí óroynda venjarunum, eisini tí at bókin fer væl um tann einstaka teknikkin.
– Stuttligt er, at teir gera fitt burturúr at sparka innfyri, sum er mangulvøra í okkara fótbólti, og skot á mál. Eitt forsømt evni, men sum spælarunum dáma væl at gera, og eisini er tað hugaligt at venja.

Saknar tó tað sosiala
– Sum tað framgongur, havi eg ikki so nógv at seta fingurin á, sigur Annfinn, men eg sakni tó eitt í venjingunum, sum bókin leggur upp til.
– Umframt tað tekniska og tað taktiska so sakni eg tað sosiala og sálarliga – gleði, spenning og samstarv sum part av venjingunum.
– Hetta er neyvan heilt so einfalt at fáa fram í eini bók, men eg haldi kortini ikki, at tað kemur nóg væl fram, at fótbóltur er eitt spæl.
– Tað er umráðandi, at vit sum venjarar ikki gloyma hendan partin, tí annars er vandin tann, at vit fara at skapa leikarar og lið, sum vanta spæligleði.
– Hetta við spæligleðini meti eg at vera sera grundleggjandi, tí tað er m.a. hon, sum fær spælarar at engagera seg og taka initiativ, at tora at spæla – vit skulu sjálvandi hava føroyskar fótbóltsleikarar, sum eru glaðir fyri at spæla. Tað eru teir sjálvandi eisini í dag, men latið okkum hava hetta í huga, ljóðar viðmerkingin Annfinni, sum leggur afturat, at hetta er torført at fáa á prent í bókformi, men at hetta kann venjarin gera við at laga venjingina til tørvin.

Taktiski parturin kundi verið størri
Annfinn heldur, at tann taktiski parturin kundi verið størri, tá ein hevur í huga, at taktikkur fyllir so nógv í fótbóltsspælinum.
– Her hava høvundarnir valt at gera henda partin lítlan.
– Hinvegin má eg beinanvegin leggja afturat, at tað eisini er ein spurningur, hvussu nógv taktikkur skal fylla í ungdómsfótbóltinum. Eg haldi sjálvur, at taktikkur í dag fyllir í og so nógv, og tað er ein forðing fyri, at spælararnir læra at taka avgerðir sjálvir í spælinum.
– Harafturímóti fyllir parturin um málmannin nógv í bókini. Her vísir Jens Martin Knudsen kynstur síni og greiðir frá.
– Hetta er kærkomin vegleiðing fyri einhvønn venjara, heldur Annfinn.

Allir venjarar eiga at ogna sær bókina
– Ì endanum av bókini er ein lítil partur um venjing av rørsluskipanini. Hetta er venjing, sum eftir mínum tykki fyllir ov stóran part av venjingartímanum í dag, tí hon er uttan bólt.
– Tað er hugaligt, at høvundarnir staðfesta, “at betri er, at bóltførleikin verður vandur samstundis” sum evnini at samskipa rørslur.
– Seinast í bókini er kærkomin lesnaður hjá foreldrum at børnum, sum íðka ítrótt. Her er nevniliga sera viðkomandi og væl skiljandi lesnaður um kost og fótbólt, sum er hent at hava í køkinum
– Ein sera hent bók, sum ein og hvør venjari eigur at ogna sær, staðfestir okkara køni fótbóltsvenjari, Annfinn Danielsen, at enda í hesum ummæli av bókinini ”Fótbóltur Framá”, sum fæst til keyps fyri 180,- kr.í bókabúðunum, á Shell-støðunum og flest øllum FK handlum.
Norðlýsið takkar Annfinni fyri frágreiðingina.