Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sera løgi at ikki brúk er fyri Toda

John William Joensen

Olgar Danielsen, sum í mong ár var ein av fremstu áleyparunum í føroysku kappingini, sigur seg ikki skilja hugburðin við ikki at brúka Toda.

– Fyri tað fyrsta er hann nógv tann besti leikarin føroyingar nakrantíð hava havt og harafturat er stórur munur á einum landsliðið við ella uttan Toda.
– Hann er einasti leikari sum veruliga bjóðar útlendsku proffunum av og tí skilji eg ikki at hann ikki kemur upp á tal.
– Eisini undrar tað almikið at serlig krøv vera sett Toda, tí hyggja vit eftir hvussu landsliðsvenjarin hevur úttikið til undanfarnar dystir so kann ein ikki siga at gáttin hevur verið so høg hjá øðrum leikarum.
– Onkur leikari er komin beinleiðis úr Danmarksseriuni, annar hevði fimm daga leikbann á føroyskum 2.deildar liði, og eitt nú brúkti landsliðsvenjarin tríggjar leikarar úr Fremad Amager úr næst bestu donsku deildini hóast eingin av hesum slapp á danska liði.
– Um venjarin nú tekur hædd fyri persóninum og ikki dygdunum hann kann tilføra landsliðnum so eru vit á skeivari leið.
– Eg fari eisini at loyva mær at ivast í um venjingarstøði hjá Toda skal vera verri enn hjá hinum í landsliðshópinum. Hann venur saman við bestu leikarunum í norðanlondum.
– Har eru norskir, svenskir, finskir, suðurafrikanskir og danskir landsliðsleikarar sum Todi beinleiðs kappast við. Harafturat spælir hann á 2. liði hjá FCK sum uttan iva er á hægri støði flestu liðini í føroysku deildini.
– Seinastu tríggjar vikurnar hevur hann m.a. luttikið í Royal League, sum FCK vann, umframt at hann eisini hevur spælt í fremstu donsku deildini so heilt uttan dystarvenjing er hann ikki.
– Eg haldi Todi hevur annað uppiborið tí nú, tá hann er í ferð við antin at skifta felag ella forleingja kontraktina við FCK, hevur hann sera nógv at prógva og tað hevði uttan iva eisini komi føroyska landsliðnum til góðar.
– Tað eru ongar fótbóltsligar orðsøkir til ikki at úttaka Toda Jónsson, og tí má tað vera aðrar orðsøkir sum liggja til grund fyri hesi sera skeivu avgerð, sum gongur ímóti okkara klárt besta álopsvápnið, sigur Olgar Danielsen at enda.