Tey í Vøruhúsinum í Klaksvík eru als ikki nøgd við kommunala parkeringsøkið framman fyri handilin
– Vit hava tosað við umsitingina hjá Kommununi fleiri ferðir – og hava eisini fingið lyfti um at økið verður asfaltera.
– Men nú sigur umsitingin seg einki kenna til hesi lyfti og at vit koma at bíðja leingi – tí annað átrokandi arbeiði verður gjørt fyrst.
– Samstundis noyðast vit at liva við at inngongdin og parkeringsøkið kring handilin er eitt runudíki og tað er undir alt lágmark, var sagt í Vøruhúsinum í morgun.
Parkeringsviðurskiftini eru sera vánalig omanfyri handilin og tí er inngongdin flutt oman um.




