KÍ bleiv standandi á sjeyndaplássinum – men nú er tætt í botninum – Toftamenn brúktu høvdi og sigraðu.
Tað var ein ávís optimisma áðrenn dystin gjárakvøldið. KÍ hevði styrkt álopspartin við landsliðsleikaranum, Rógva Jacobsen, men hetta fekk ongan týdning, sum dysturin leið.
B68 stóð sum ein eind – afturi á vøllinum – og hóast KÍ hevði bóltin tað mesta av tíðini – so eydnaðist tað ongantíð at bróta í gjøgnum verju-ketirnar hjá toftamonnum.
Hinvegin lá betur fyri hjá B68 – tá farið var í kontra – og tí var tað uppiborið tá B68 í yvirtíðini fekk mál burtur úr – eftir eitt heldur ivasamt fríspark.
B68 venjarin hevði sett størstu mennirnar á liðnum, Pól og Jóhan at ansa eftir Rógva – og tí kom heldur einki burtur úr longu sendingum til Rógva Jacobsen.
Sigurin hjá B68 merkir at KÍ nú av alvára er partur av botnstríðinum og skal liðið koma sær undan niðurflytingar vandanum – er neyðugt við heilt øðrum hugburði enn sýndur var mikukvøldið!
————–
KÍ (4-4-2): Jákup Mikkelsen – Allan Joensen, Ove Nysted (35. min Sigmund Jacobsen), Milic Curcic, Jan Andreasen – Joe Zewe (65. min Bjarni Jørgensen), Kristoffur Jakobsen, Emil Nolsøe Leifsson, Heðin á Lakjuni – Rodrigo, Rógvi Jacobsen.
B68 (4-4-2): Vlada Philopovic – Arnbjørn Danielsen, Jóhan Dávur Højgaard, Pól Jóhannus Justinussen, Øssur Hansen – Kristian Anton Andreassen, Jann Ingi Petersen, Ndende, Dánjal Pauli Højgaard (Jóan Símun Edmundsson) – Brian Andrésen, Keita (André Olsen).




