Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sera, sera, sera gott hetlendskt seyðakjøt

John William Joensen

“Eg havi sera góðar royndir við hetlendskum seyðakjøti. Tað er framúrgott til bæði at eta fekst og sum ræst kjøt!” sigur Dorius Frederiksberg, kokkur

Hetlendska seyðaslagið – Spelsau – hevur sín uppruna i Skandinavia, og kom til Hetland fyri meira enn 1000 árum síðani saman vid víkingunum – tá hesir rýmdu úr Skandinavia og tóku búgv í Hetlandi, Føroyum, Íslandi og Grønlandi, og høvdu seyðin við sær og settu við har, sum teir settu búgv (Í Hetlandi kallað "Shetland native breed" ella "Northern Europe Short tail group")
Í Hetlandi hevur seyðurin tillaga seg hetlendska landslagið, sum er meinlíkt tí føroyska, og seyðurin í Hetlandi og Føroyum er heilt meinlíkur hvørjum øðrum. Hetlendingar hava upp gjøgnum øldina ansa væl eftir teirra seyði, og bóndafelagsskapirnir í Hetlandi við Shetland Livestock Group hava gjørt ógvuliga neyvar reglur fyri at halda seyðasjúkur burtur úr Hetlandi. Tí finnast so at siga ongir vanligar sjúkur millum hetlendska seyðin, og so at siga ongin seyður verður fluttur inn til Hetland frá meginøkinum. Sjúkur sum hava rakt seydin aðrastaðni í Skotlandi ella oyggjunum, sosum Bluetongue, scrap, munn- og kleyvsáttur eru ongantíd komið til Hetland.
Soleiðis komu seinastu tilburðirnir av munn-og kleyvsótti í August og September í Onglandi ógvuliga illa við í Hetlandi. Hetta hendi beint innan stóra árliga sláturin og søluna av seyði til Europa. Vanliga fara 200.000 – 250.000 livandi seyðir, lomb og krov í September og Oktober til Onglands, Skotlands og hin partin av EU, men vegna munn- og kleyvsóttina var bert ein minni nøgd seld í heyst.
Nú hevur so heilsustýrið í Skotlandi og EU tikið stig til at fáa serligar reglur fyri hetlendska seyðin, soleidis at Hetland verdur hildið uttanfyri tey útfluttningsbann sum raka hin partin av enska ríkinum.
Fyri 3 árum síðani vóru gjørdar kanningar at turka fekst hetlendskt kjøt í Hetlandi. Kanningar vístu, at veðurlagid í Føroyum og Hetlandi vóru næstan eins heyst og vetur, og so bleiv bygdur ein minni hjallur – og nøkur krov vóru hongd upp til ræsing og turking. Samstundis vóru eisini fesk hetlendsk krov hongd upp í Føroyum. Royndirnar vístu, at kjøtið sum var turka í Hetlandi og Føroyum var eins í gódsku – og fult á hædd vid framleiðsluna í Føroyum. Til byrjan av 1900 talinum varð turkað kjøt í Hetlandi í sokalladum "skeos", sum líkist okkara gróthúsi, men ikki so tætt lagað, so at gjóstur kundi kom ígjøgnum. Skerpikjøtið, sum var framleitt í Hetlandi varð kallað fyri "Vivda". Enn finnast ymsastaðni á oyggjunum í Hetlandi leivdir av turkihúsum.
Tað er jú kent, at føroyskir fiskimenn í mong ár hava keypt fesk krov úr Hetlandi og hongt upp í Føroyum bæði til at ræsa og turka, og at ikki hevur verið munur á gódskuni av hetlendska og føroyska kjøtinum, ella ikki størri munur enn tað er á ymiskum føroyskum hagapørtum. Faroe Food Ltd. hevur í samvinnu við Shetland Livestock Group hongt upp fekst seyðakjøt til ræsingar og turkingar í 3 ár í hjalli í Hetlandi. Meginparturin av framleiðsluni er selt innan EU. Seinasta heyst var hjallurin í Hetlandi nýttur av Shetland Development Trust Unit, sum saman vid serfrøðingum frá Edinburgh University, Aberdeen University og North Atlantic Fishery College nýttu hjallin sum royndarstøð at ræsa og turka seyðakjøt undir heilsufrøðisligum eftirliti, at kanna um møguleiki var at veita EU heilsufrødisliga góðkenning av framleiðsluni.
Eftir nýggjár verður bygdur nýggjur, hóskandi hjallur í Hetlandi til framleidslu av ræstum kjøti og skerpikjøti. Hjallurin verður bygdur, sum EU matvøruvirki, og øll framleiðslan – frá feskum til ræst ella sum skerpikjøt – er heilsufrøðislig løggildað sum einasta fyritøka í heiminum av hesum slagi.
Um eitt ár verdur bygt størri sláturvirki vid síðuna av hjallinum, og umframt tað at feska kjøtið verður hongt upp í hjallinum beinleidis úr sláturvirkinum, so fer øll uppskering og pakking av framleiðsluni úr hjallinum fram á nýggja sláturvirkinum. Eisini kemur sláturvirkið í samstarvi við Faroe Food at taka sær av uppskering og pakking av feskum seyða- og lambskjøti til sølu bæði í Hetlandi og til útfluttnings – og alt við EU heilsufrøðisligari løggilding.
Áseyðatalið í Hetlandi er umleid 365.000 – samanborið við umleið 70.000 í Føroyum. Bøndur slakta eisini privat, men so er hetta einans til egna nýtslu. Í Hetlandi eru 2 sláturvirki sum hava EU løggilding – og hesu slakta tað, sum verdur selt sum handilsvøra ella útflutt.

Kokkurin

Ein av kendastu skipskokkunum í Føroyum, Dorius Frederiksberg, sigur, at hann hevur sera góðar royndir við hetlendska lambskjøtinum.
– Eg hava roynt hetlendska kjøti bæði sum fekst og ræst og tað smakkaði famúr væl.
– Skal eg siga sum er, so stóð ræsta kjøti einki aftanfyri tað føroyska.

Kjøti verður at fáa
hjá Haraldsen í Fuglafirði og hjá
Inn í Klaksvík.

Sí lýsing í blaðnum

Harleywoodpaint