Í sambandi við 100-ára haldið hjá Klaksvíkar kommunu, fær Klaksvík enn eina áhugaverda vitjan.
Trøndheim – vitjan í Klaksvík 19.06.08. – 21.06.08.
Kommunaldirektørin í Mentamálum í Trøndheim kommunu – Gerhard Dalen, sum eisini hevur verið leiðari av Trøndheims Symfoniorkestri er ein kendur og dugnaligur fyriletrarhaldari.
Gerhard fer í Býráðshøllin í Klaksvík 19.06.08. – kl. 19.30 at halda ein fyrilsetur, hann kallar:
Listarlig prýðing av almenna rúminum !
– Er hetta ein óneyðug kommunal byrða – ella er tað við til at menna býin?
– Trøndheim kommuna hevur viðtikið at 1,25 % av íløgukarminum skal fara til listarilig prýði av kommunalum bygningum og almenna býrúminum.
– Listarfólk verða tikin upp á ráð í tilgongdum at velja støð til prýðis, hvat listarligt skal verða lagt eftir – hetta í samráð við arkitektar og býarplanleggjarar.
– Ætlanir eru t.d. um at prýða St. Ólavs Sjúkrahús fyri 100 mill.
– Ætlanir eru um at Trøndheim skal verða heimsins størsta uttandura savn fyri nútíðar list
– Á fyrilesturin verður kunnað í orðum og myndum um skipanir og hvussu langt komið er áleiðis.
– Fyrilesturin er í 60 min
Eisini heldur Gerhard Dalen, kommunaldirektørur í Mentamálim í Trøndheim kommunu ein fyrilestur í – Christianskirkjan 20.06.08. – kl. 19.30
Heiti: Pílagrímsleiðin til Nidarós
– Við pílagrímsvegin til Santiago de Compostella í Spania stendur eitt vegskelti, har boða verður frá: Santiago de Compostella 222 km, Roma 2475 km, Jerusalem 5000 km og Trøndheim 5000 km!!!
– Trøndheim og Trøndelag er miðdepilin í Ólavs-siðunum í Noregi og vigar tungt, tá ið um arvin eftir Ólavur Halga ræður.
– Ein landsumfatandi verkætkan er farin av bakkastokki, har ætlanin er at seta Nidarós (Trøndheim) og Stiklastaðir í miðdepilin fyri pílagrímsferðum.
– Frá 1994 til 1997 bleiv pílagrímsvegurin millum Oslo og Nidaros endurskapaður. Eisini eru pílagrímsvegir gjørdir til og frá Svøríki.
– Endamálið er sambinda pílagrímsarbeiðið tættari móti Santiago de Compostella í Spaniu og Vadstena í Svøríki.
– Fyrilesturin kunnar um eina størri satsing av pílagríms virksemi í framtíðini í norðurlondum eisini
– Fyrilesturin er í 60 min
Við í ferðini er eisini tveir ungir, kendir og dugnaligir tónleikara. Åsbjørg Ryeng, sum spælir bandodion, ið er ein argentinsk harmonika og Lars Magnus Steinum, sum spælir violin.
Klaksvík 100-ára hald
Dávur Winther




