Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Sera stór grind funnin eystur úr Fugloynni

Jóhann Lützen

Talan er um einar 300 hval, tað er nokk av grind í norðurøkinum, so vit hava boða havnamonnum frá, sigur Jacob Vestergaard sýslumaður við Norðlýsið

 

Grind er funnin uttanfyri Hattarvík. Talan er um einar 300 hval. Jacob Vestergaard sigur við Norðlýsið at somikið av grind longu er í øllum kaggum í norðurøkinum, at avgerð er tikin um ikki at halda henni til. 

Í staðin er boð send til havnar, at hon kann rekast har, men eg havi ikki hoyrt aftur, sigur sýslumaðurin við Norðlýsið

Símun Gullaksen eigur upptøkurnar niðanfyri