Longu eftir fáum tímum er talið av tilmeldingum farið uppum 500.
Tað var í morgun, at Jógvan Skorheim, borgarstjóri, kundi boðað frá, at Royal Run bleiv í Klaksvík á Norðoyastevnu.
Í tíðindaskrivinum fyri tiltakið stendur m.a.:
Royal Run er ikki ein kapping um bestu tíðina, tí møguleiki er bæði at ganga og at renna. Tí er talan um eitt tiltak fyri øll, óansæð um mann er royndur rennari ella um mann bara ynskir at ganga eina enska míl, sum svarar til 1,6 km. Sostatt kunnu fólk í øllum aldri, familjur við barnavognum og fólk í koyristóli ella líknandi eisini luttaka saman við Krúnprinsinum.
Og nú seinnapartin er talið av luttakarum fari uppum 500. Kl. 15.41 vóru 538 fólk tilmeldað og koma tey úr øllum landinum, tó at flest eru úr Norðoyggjum. Sostatt er lagt upp til eitt heilt serligt tiltak í Klaksvík hendan dagin.
Tilmelding fer fram HER



