FSF hevur selt eina rúgvu av atgongumerkjum fyrsta døgnið.
FSF hevur selt eina rúgvu av atgongumerkjum fyrsta døgnið.
Í gjár kl. 12.00 blivu atgongumerkini til steypafinaluna í kappingini um løgmanssteypið sett til sølu. Og sigast má, at áhugin er stórur fyri at síggja dystin, ikki minst úr Klaksvík. Frá FSF hevur Norðlýsið fingið upplýst, at fyrsta døgnið blivu seld 1569 atgongumerkir. Áskoðararnir keypa á plássum alt eftir, hvørjum liði, teir halda við. Á langsíðuni undir taki hava liðini hvør sína hálvu, og har er longu við at blíva útselt millum KÍ áskoðararnar. Av teimum 1569 seldu atgongumerkjunum fyrsta døgnið áttu KÍ viðhaldsfólkini 1034 ella áleið tveir triðingar. Men Tórsvøllur tekur nógv fólk, so tá KÍ langsíðan er útseld, so vera pláss pláss væntandi seld aftanfyri málið við FSF húsið ella/og á langsíðuni við gamla FSF húsið.
Steypafinalan millum KÍ og Víking verður leikt á Tórsvølli leygarkvøldið 27. august kl. 18.00. Atgongumerkir kunnu keypast HER




