Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sera trupult at koyra bil í Klaksvík eins og kring alt landið

John William Joensen

Jógvan Jóhannesen, formaður á vegadeildini hjá Klaksvíkar Kommunu, sigur at allar maskinurnar hjá vegadeildini eru úti og rudda kava, men tað er so nógv avfall í løtuni og kræpin so tungur at tað er ikki ráðiligt at fara út at koyra.

Kavin legst so tjúkkur á bilarnar at viskarar brotna og sum umstøðurnar eru haldi eg at best er um fólk halda seg heima.

Hann sigur bara meira kava út á dagin, so um tað gerst kaldari kunnu vit fáa stórkava.

Vit royna sum sagt at koma runt í býnum men eg haldi at fólk eiga at fyrihalda seg til umstøðurnar og ikki fara út at koyra uttan neyðugt er.

Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverk, sigur at umstøðurnar at koyra á landsvegunum eru sera truplar. Hann boðar frá meira avfallið og tí vilja vit ráða fólki frá at koyra sum støðan er í løtuni.

Landsverk: Hált og krapið er í norðara parti av landinum og jarðrok er í erva í ælunum á Vestmannavegnum. Vánalig koyrilíkindir eru vestanfyri Norðsskáltunnulin og um Sandavágsháls, har verður rátt frá at koyra í løtuni. Tað er ikki koyrandi á Oyndarfjarðar, Gjáar og Oyggjarvegnum og á Saksunarvegnum í løtuni.