Í morgin verður U21-landsdystur í Klaksvík.
Serbia vitjar Føroyar í Klaksvík. Føroyska liðið hevur níggu stig undan hesum síðsta dystinum. Vinna Føroyar, so setur hetta U21-liðið met fyri flest stig hjá einum føroyskum U21-liði nakrantíð. Metið er 11 stig. Eisini er tá møguleiki at enda á 3. plássi í bólkinum, ið vildi verið sera flott úrslit.
Dysturin við Dúpumýrar byrjar kl. 16.15 týsdagin. Atgongumerkir fáast til keyps á fsf.fo.





