Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Serbiskir lyklaleikarar hava gjørt nýggjan sáttmála við KÍ

Jákup Ósá, txt. Myndir Oliver.

KÍ boðar í dag frá, at tveir av mest týðandi leikarunum hava gjørt nýggjan sáttmála við felagið.

32 ára gamli Semir Hadzibulic hevur spælt við KÍ síðani 2016, meðan 25 ára gamli Deni Pavlovic er í gongd við sítt fyrsta kappingarár í KÍ. Báðir hava teir alment sagt, at teir stórtrívast í KÍ og tað er ikki at gera ov nógv av at siga, at hetta eru tveir av bestu leikarunum í føroysku kappingini. Teirra leiklutur var ikki minni í Europa League, har KÍ spældi seg víðari. Semir hevði fleiri framúr avrik, meðan Deni skoraði tvey av teimum trimum málunum móti Birkirkara.

Teir hava báðir gjørt sáttmála við KÍ, sum er galdandi til endan av kappingarárinum 2020, boðar KÍ frá í dag.