Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Serfrøðinganevndir stýra Føroyum

Helgi Abrahamsen

“Eftir míni hugsan skalt tú vera til reiðar at stjórna frá fyrsta degi, um tú vilt vera leiðari.” Tað segði forsetavalevnið hjá Demokratiska flokkinum í USA, Hyllary Clinton, í kjaki við kappingarneytan, Bernie Sanders, í farnu viku.

Bernie Sanders fanst í kjakinum at Hillery Clinton, fyri í síni tíð sum uttanríkisráðharri at hava tikið undir við krígnum í Irak, og hetta, segði hann, prógvaði hennara manglandi dømievni.

Clinton svaraði aftur við at siga, at Sanders var sera illa fyrireikaður til at fremja sjálvt síni týdningarmestu vallyfti. Og so var tað at hon segði, at eftir hennara hugsan skal ein leiðari vera til reiðar at stjórna frá fyrsta degi, um hann vil vera leiðari.

Og er tað ikki júst tað sum okkum manglar í Føroyum?

Tað er bara hálvt ár síðani vit høvdu løgtingsval, og áðrenn valið fingu vit varhugan av, at táverandi andstøða stóð púra klár at taka við landsins leiðslu. Nógvar visjónir og klárar loysnir vórðu vístar fyri veljarunum áðrenn valið, men tá valið var av, blivu sjálvt tey týdningarmestu vallyftini beind í nevndir við serfrøðingum at taka sær av.

Fiskivinnureformurin sum skuldi fíggja alt frá vælferð til fullveldi, liggur nú í eini serfrøðinganevnd. Pensjónsreformurin sum skuldi gera tað møguligt at fáa vent halli til avlop á fíggjarlógini, liggur í eini nevnd, sum er mannað við politikarum og serfrøðingum. Bygnaðurin á sjúkrahúsøkinum liggur í trimum nevndum við tilsamans eini 40 serfrøðingum – bara fyri at nevna nøkur dømi.

Kanska hóska orðini hjá Hillary Clinton væl til okkara landsstýri: – Tú mást vera til reiðar at stjórna frá fyrsta degi, um tú vilt vera leiðari.