Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Serfrøðingar: Alneyðugt (!) at fólk sjálvi basa sjúkuni

Jóhann Lützen

Gera fólk ongan innsats, fer Covid-19 at vaksa eksponentielt. Tað sigur granskarin Drew Harris, ið granskar í fólkaheilsu og er professari við Thomas Jefferson University College of Public Health. Við átøkum kunnu fólk fáa fáa bilbukt við smittuni rímiliga skjótt, men um øll bert bera seg at sum vant, kann sjúkan herja í fleiri mánaðir og í tí tíðarbilinum gerast uppaftur verri.

“Social distancing”, at halda frástøðu í tí sosiala, er sera umráðandi. Á síðuni niðanfyri eru gjørdar nakrar simuleringar, sum vísa grafiskt, hvat hendir, um vit taka sig til sosiala frástøðu, og hvat (helst) fer at henda, um vit ikki gera. Í stuttum bendir alt á, at sjúkan fer at vaksa eksponentielt, um vit onki gera, men kann haldast niðri, um vit fylgja tilráðingunum.

Sum tey flestu vita, er sjúkan í minking í Wuhan í Hubei í Kina nú, men tað er einans tí at har vórðu sett tiltøk í verk við sosialari frástøðu, karantenum og avskornum ferðingarmynstrum. Eftir øllum at døma hevði støðan í Kina verið nógv, nógv verri nú, høvdu ongi átøk verið gjørd.

Á hesi síðuni ber til at lesa meira um simuleringarnar og at síggja tær grafiskt:

https://www.washingtonpost.com/graphics/2020/world/corona-simulator/