Fyri tunnilsfelagið er tað uttan váða at seta bummgjaldið ov høgt. Koyra ov fáir bilar, rindar landið munin.
Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, skrivar:
Í greining staðfesti Betri Banki herfyri, at húsaprísirnir í økinum tætt við Eysturoyartunnilin eysturoyarmegin eru hækkaðir við 31% síðani 2019. Prísurin er meira enn tvífaldaður síðani 2015. Orsøkin er helst økti áhugin at búgva tætt við Eysturoyartunnilin.
Men nú tunnilin er tikin í nýtslu, kann staðfestast, at pendlarar brúka tunnilin minni enn roknað bleiv við. Enn finnast ikki nógv almenn ferðslutøl, men fyrsta dagin við bummgjaldi, koyrdu bert tveir triðingar av væntaða bilatalinum gjøgnum stásiliga tunnilin.
Fyri tunnilsfelagið er tað uttan váða at seta bummgjaldið ov høgt, tí Landskassin hevur veitt eina ferðslutrygd til almenna tunnilsfelagið. Koyra ov fáir bilar, rindar landið munin. Felagið megnar tí óansæð ferðslu at halda sínar skyldur mótvegis altjóða lániveitarunum, ið hava fíggjað tunnilin.
Hinvegin vil eitt ov høgt tunnilsgjald minka munandi um samfelagsgagnið av tunlinum. Tá undirsjóvartunnilin bleiv samtyktur í Løgtinginum, bleiv víst til útrokningar, sum Landsverk hevði fingið gjørt. Hesar vístu eitt sera stórt nyttuvirðið av tunlinum, um bummgjaldið bleiv so mikið lágt, at ferðslan bleiv stór. Tá bleiv nevnt eitt gjald á 30-40 krónur hvønn vegin.
Nú tunnilsgjaldið er sett væl hægri enn tað, kann nyttuvirðið gerast væl lægri. Tí er eisini vandi fyri, at bummgjaldið bumbar húsaprísirnar niður aftur.
Ragnar Árnason Joensen, samfelagsfrøðingur, skrivar:
Tunlar og flytføri
Um nakrar mánar eru tað 15 ár síðan Norðoyatunnilin læt upp. Við tunlinum kom ein nýggj tíð, har landfast var millum Norðoyggjar og Eysturoynna og meginøkið annars. Klaksvík varð við eitt vend á høvdið. Borðoyarvík gjørdist nú karmur um høvuðsdyrnar til býin. Sjóvegis farleiðin, ið var ein fløskuhálsur, varð skift út við fasta sambandið undir Leirvíksfjørð, og vendi tað ikki bara býunum á høvdið, men kravdi eisini, at norðingar máttu hugsa øðrvísi.
Bjartskygni var stórt í norðurøkinum um hetta mundið, tá flytførið gjørdist lættari og smidligari. Í Klaksvík gjørdi man seg út til nýggju tíðina, og gongd varð sett á verkætlanir, sum skuldi skapa karmarnar at møta framtíðini. Ein fekk næstan ta fatan, at so skjótt hol var ígjøgnum, fóru Norðuroyggjar ikki bara at vera partur av meginøkinum, men nú at vaksa seg til ein enn sterkari vinnudepil í Føroyum við stórari atdráttarmegi. Ein depil sum fór at hava vøkstur við sær í fólkatali, bæði burðartalið og tilflytarum. Ein depil sum kundi draga til sín bæði vinnu og fólk. Nú 15 ár eru farin, síðan tunnilin læt upp, mugu vit staðfesta, at hóast vinnan sær út til at hava tað gott, er fólkatalið ikki vaksið í eins stóran mun, sum ein kundi ímyndað sær í 2006
Í august 2010 varð standmynd av einum húki sett í rundkoyringina, ið nú var portrið til Klaksvík og Norðoyggjar. Húkurin hevði, og hevur enn, sín rætt at standa við dyrnar til býin, tá ið tað var fiskivinnan á staðnum, sum var stóra orsøkin til, at Klaksvík mentist so skjótt. Húkurin, sum fiskireiðskapur, hevði fleirfaldað fólkatalið í økinum og verið lívsgrundarlagið í flestu húsarhaldum. Stigtakarin endaði hátíðarhaldið við at spyrja, um til at ímynda sær tann reiðskap, ella bara eitthvørt annað, sum aftur fekk Klaksvík at vaksa um fólkatalið, tí so kundi Húkurin verða skiftur út við hetta.
Í dag kunnu vit siga, at væntaði fólkavøksturin í sambandi við Norðoyatunnilin ikki gjørdist sum ein fyristillaði sær. Vit síggja í dag, at fólkavøksturin í Klaksvík og Norðoyggjum ikki kom í kjalarvørrinum á tunlinum, men næstan 10 ár seinni. Tí kunnu vit seta okkum sjálvum spurningin, um gongdin í sethúsaprísinum í Klaksvík hongur saman við betraða sambandinum og økta flytførinum, ella um tað eru onnur viðurskifti, ið hava vigað meira. Møguliga er hugburðurin hjá norðoyingum broyttur soleiðis, at teir búseta seg har, teir fáa bestu tænastu og tilboð til besta prís, og so fjarferðast (pendlar) man til arbeiðis. Eisini úr Eysturoy til Klaksvíkar. Ferðslutølini í Norðoyatunlinum kundu bent á tað.
Nýggi tunnilin millum Eysturoynna og Tórshavn fer heilt víst at broyta, hvussu fólk framyvir fara at ferðast. Sundalagið, sum higartil hevur verið einasta farleið, fer helst at hava minkandi ferðslu, men enn er kanska ilt at siga hvørja ávirkan hetta hevur á sethúsaprísirnar har.
Eysturoyingar eru vanir at flyta seg, og teirra hugburður til at flyta seg hevur leingi verið meira jaligur enn hjá norðoyingnum. Fjarferðingin millum Eysturoynna og Tórshavn verður nú munandi lættari, og møguliga lættir Eysturoyartunnilin nakað um trýstið á bústaðarmarknaðinum í Tórshavn. Í øllum førum sær út til at eftirspurningurin at búseta seg bygdunum kring tunnilsmunnarnar á Skálafjørinum hevur verið vaksandi. Kanska ein standmynd av einum tunli verður at síggja í Eysturoynni.




