Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Serstakt ár hjá Norðoya Sparikassa

John William Joensen

Stjórin í Norðoya Sparikassa flutti fram røðu undir kaffiborðhaldinum, og fegnaðist hann m.a. um at sparikassin slapp at bjóða seg fram á øllum økjum

Røðan hjá Eyðfinn Reyðberg, sparikassastjóra 14/8-04

"Góðan morgun góðu viðskiftafólk og gestir!

Fyrst av øllum vil eg vegna sparikassan bjóða tykkum øllum somlum at vera hjartaliga vælkomin til morgunkaffi hjá Norðoya Sparikassa.
Summarið er nú komið, eftir at vit øll – við tolni – hava bíðað eftir tí leingi – ja rættuliga leingi. Og við liggjandi góðveðri og sólskini alla hesa vikuna hava vit øll kunna fylgt við í fyrireikingunum til hetta – fyri okkum øll – heilt serstaka vikuskifti.
Árið í ár er eisini eitt heilt serstakt ár hjá Norðoya Sparikassa. Sparikassin var settur á stovn tann 24. september 1919, og kann tí halda 85 ára stovningardag í ár. Sparikassin hevur vanliga hildið eina móttøku tá eitt 5 ára tíðarskeið er rundað, seinast tá sparikassin helt 80 ára stovningardag. Tó hetta er fyrstu ferð at við halda eina móttøku á slíkan hátt. Orsøkin til hetta er einføld. Vit ynsktu at royna, um tað ikki bar til at geva fleiri av okkara viðskiftafólkum møguleikan at vera við til hesa móttøku. Og tá hetta kundi lata seg gera á henda hátt – har vit kundu gerast ein partur av skránni í Summarfestivalinum – ja so hildu vit at hetta var heilt upplagt at gera. Og lat meg siga tað beinanvegin nú eg standi og skoði hesa stóru mannfjøld sum er savnað her í morgun, at soleiðis skal ein móttøka vera – eingin ivi um tað.
Hendan vikan hevur eisini víst – og fer at vísa – at vit hava fingið fatur í tí sum skal til, skal hetta lokaløkið koma sigrandi burturúr teimum avbjóðingum, sum nýggja sambandið um Leirvíksfjørð fer at geva okkum. Neyðugt er tá við samanhaldi, og at allar góðar kreftir arbeiða saman um at skapa trivnað og virksemi í lokaløkinum. Tað er tí at frøðast um tann positiva hugburð og einleika, sum verður vístur í samband við hetta stóra summartiltakið. Fyrireikarar, kommuna, handlandi, vinnulív – ja vit øll – hava gjørt sítt til, at býurin í dag stendur klárur til at bjóða øllum íbúgvum og gestum vælkomin hetta vikuskifti.
Sparikassin fegnast um at vit sleppa at verða ein partur av hesum tiltaki, tí vit hava sum aðalmál eftir førimuni at royna at vera ein virkin peningastovnur í einum virknum lokalsamfelagi, og á tann hátt kunna avspegla tað lokalsamfelag vit liva og virka í. Sum einasti lokali peningastovnur í Føroyum, vilja vit virka við í at staðfesta, at mangt kann fremjast, hóast vit búgva uttanfyri tað alsamt vaksandi miðstaðarøkið.
Tá sparikassin fyri 5 árum síðani helt sín 80 ára stovningardag, var ein stór broyting tann, at vit í tí sambandinum fingu eitt nýtt eyðkenni – eitt nýtt búmerki. Tað er ymiskt sum lagt verður í symbolska týdningin av búmerki okkara, men umframt at ímynda eitt N og S fyri Norðoya Sparikassa, so ímyndar tað eisini ein fugl, sum hevur eitt gott flog. Og hyggja vit eftir støðu sparikassans hetta seinasta 5 ára tíðarskeiðið kunnu vit fegnast um, at flogið hevur verið gott. Fíggjarstøða sparikassans er hetta tíðarskeið økt við 41 %, og er nú 1,2 mia.kr. Útreiðslurnar eru í sama tíðarskeiði øktar við 28 % og inntøkurnar við 55 %. At inntøkurnar eru øktar dupult so nógv sum útreiðslurnar ger, at eginogn sparikassans hetta tíðarskeið er økt við 100 mió.kr. Í 1999 var eginognin góðar 150 mió.kr. í dag er hon góðar 250 mió.kr.
Tó, tað sum vit fegnast mest um er, at sparikassin kann bjóða seg fram á øllum økjum, og so avgjørt ikki smæðist burtur í kappingini. Vit hava góð tilboð til børnini, til ungdómin, til familjurnar, til tey eldru, til handilslívið og til vinnulívið, og lat meg bara siga sum er, at tað er okkara avgjørdi málsetningur, at Norðoya Sparikassi skal vera Føroya besti peningastovnur.
Ein slíkur málsetningur er ikki nakað vit kunnu skriva okkum til – ella fyri tann saks skuld at tosa okkum til. Hetta er bert nakað sum kann verða útført  ”í praksis” og ”í handling” , við hørðum arbeiði, sum er tilpassað tí einstaka kundanum og til tær umstøður, vit liva í. Um vit megna at liva upp til henda høga málsetning, kunnu bert tit sum viðskiftafólk og kundar okkara meta og døma um.
Eg vil í hesum sambandi nýta høvi til, at takka starvsfólki sparikassans fyri eitt heilt serligt ídni – sum eisini ger at tit ikki bakka fyri at skipa fyri og bjóða okkum ein góðan morgunmat her í morgun.
Eg vil eisini nýta høvi til at takka tykkum, sum vit sangi og tónleiki gera okkum morgunmatarborðið hugnaligt. Uttan at taka nakað frá nøkrum skal ein heilt serstøk tøkk ljóða frá okkum til Klaksvíkar Hornorkestur. Vit kunnu ongantíð virðismeta tykkara leiklut ov mikið, altíð til dystin fús, trúfastir og við eini spæligleði sum altíð fær okkum áhoyrarar í betri hýr.
Norðoya Sparikassi hevur við millumbilum latið eina størri gávu tá vit hava havt merkisdagar. Eitt nú lat sparikassin príðuligu standmyndina av J.F. Kjølbro, sála, sum stendur á Biskopstø fyri 5 árum síðani í samband við 80 ára stovningardag sparikassans.
Sparikassin ynskir eisini í samband við 85 ára stovningardag okkara at kunngerða, at nevnd sparikassans hevur avgjørt at lata eina gávu úr gávugrunni sparikassans.
Nú børn og ungdómar aftur fara undir dagliga yrki sítt í skúlanum, kunnu vit staðfesta, at umleið 1/3 av øllum teimum føroysku børnunum og ungdóminum hevur verið á summarlegu í leguhúsinum í Nesvík og á Zarepta. Okkurt um 2.700 børn hava luttikið á hesum kristiligu legum í summar, og er tað óivað met. Vit eiga øll at seta prís uppá hetta arbeiði, sum verður gjørt ímillum okkara ungdóm, og var tað við hesum í huga, at nevnd Norðoya Sparikassa hevur viðgjørt henda spurning, og síðan hevur sett seg í samband við leguhúsið í Nesvík og leguhúsið í Zarepta til tess at spyrja um vit kunnu fáa loyvi til at stuðla teimum við eini peningaupphædd. Vit eru takksom fyri, at bæði leguhúsini hava givið okkum loyvi til at stuðla virksemi teirra við eini peningaupphædd, og hevur nevnd sparikassans avgjørt at lata kr. 500.000,00 til hetta endamál úr gávugrunninum, býtt soleiðis at Leguhúsið í Nesvík fær kr. 250.000,00 og leguhúsið á Zarepta fær kr. 250.000,00.
Vit ynskja báðum leguhúsunum alt tað besta, og vóna at hesin peningur kann verða við til at gera umstøðurnar hjá okkara ungdómi enn betri av savnast har.
Eg skal at enda enn einaferð vegna Norðoya Sparikassa nýta høvi til at takka tykkum øllum hjartaliga fyri stóru undirtøkuna til hetta tiltak í morgun. Tað fløvar hjartað, og gevur okkum gott mót um framtíðina.

Við hesum ynski eg tykkum øllum ein framhaldandi góðan dag og ein góðan Summarfestival – stóra tøkk fyri øll somul."