Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Serstakt og søguligt vikuskifti í Betesda

Betesda

Talan er um, at trúboðarar ið hava virkað í ymiskum londum í 50 ár, eru bodnir heim av samkomuni, og samstundis verður ungdómsstevnan U-2013

Talan er um, at trúboðarar ið hava virkað í ymiskum londum í 50 ár, eru bodnir heim av samkomuni, og samstundis verður ungdómsstevnan U-2013

Í ár eru liðin 50 ár síðani fýra trúboðarar fóru úr Betesda og í fyrstu atløgu yvir til Íslands.

Øll hesi árini hava hesir virkað undir mongum ymiskum viðurskiftum og í ymiskum londum.

Samkoman hevur tí boðið teimum heim saman við hjúnafeløgum til eitt vikuskifti, sum bæði gerst ein upplýsandi- og ein hátíðarløta, sum er ætlað bæði eldri og yngri.

Hesir trúboðarar eru:

Jógvan Purkhús, sum saman við íslendsku konuni, Rósu, hevur virkað í Íslandi.

Óli á Grømma Jacobsen, sum ídag er leiðari innan New Tribes Mission leiðsluna,har hann virkar saman við amerisku konuni, Judy.

Páll Poulsen, sum í løtuni saman við konuni Marjuni, sum er ættað úr Vági, virkar her heima og í Suðurgrønlandi.

Hans Sivertsen, sum flestu árini hevur virkað í Grønlandi, saman við konuni, Jonnu, sum er ættað úr Vági.

Ungdómur og eldri

Í hesum sambandi verða serligar løtur í Betesda leygardagin 30. november og sunnudagin 1. desember, sum bæði eru ætlaðar ungum og eldri. Hesar verða lýstar nærri við evnum og tíðum.

Umframt hetta, verður ungdómsstevnan U-2013, sum verða hóskvøldið 28. og fríggjakvøldið 29. november, har teir eisini koma at hava eitt orð.

Leygarkvøldið á møtinum kl. 19, koma ungfólk at skipa fyri sanginum og seinni um kvøldið, tá ungdómurin eisini kemur saman, koma trúboðararnir at hava orðið og verða saman við teimum.

Leygardagin frá kl. 14-17 koma teir fýra trúboðararnir at tala út frá ymiskum evnum.

Leygarkvøldið kl. 19 fara viðurskiftini at snúgva seg um tíðina, tá hesir fóru út, hvussu var at fara út og hvussu hetta kendist í samkomuni.

Sunnukvøldið kl. 18 verður talað um trúboðan og hugsanina um trúboðan í samkomuni út frá tí í skriftirnar siga

Betesdakórið fer at luttaka sunnukvøldið og 17 Sangarar fara at luttaka á leygardagin.

Alt hetta verður nærri lýst á portalum o.ø.