Tvær sera væleydnaðar tónleikaupplivingar hava verið á FríðuTónum, ið hevur verið sera væl móttikið. Eftir tvær solo framførslur, verður nú møguleiki at hoyra Herborg Torkilsdóttir saman við Tingest leygardagin kl. 21.00.
Herborg Torkilsdóttur gav út sítt fyrsta lag í 2019, og síđani tá er ein ørgrynna av løgum komin út, m.a. “Eg uttan teg”, “Tú spælir viđ meg” og “Náttin var okay”. Til hesa konsertina framførur hon saman við vælspælandi bólkinum Tinganest.
Serstaka orðaspælið í hennara sangum, kann fáa ein og hvønn at trekkja upp á smílibandi, samstundis sum tað eisini er sigandi.
Tinganest verður sagdur at verða Føroya størstu kultbólkur. Bólkurin byrjaði at spæla í sjeytiárunum, og nú, nærum 50 ár seinni, spæla teir enn. Teir hava enn útseldar konsertir og gleðast vit um at kunna bjóða teimum til miðbýin í Klaksvík.
At uppliva hesu saman verður heilt sikkurt gott.
Atgongumerkir kunnu keypast á HER




