Faroe Salmon setir nú aftur smolt út í ringarnar á Borðoyarvík.
Tyrlan hjá Atlantsflog hevur flogið í pendulferð yvir Klaksvíkini nú í nakrar dagar.
Jón Purkhús, stjóri á Faroe Salmon sigur við Norðlýsið, at umleið 2 milliónir smolt skulu setast út í ringarnar nú.
Tyrlan hevur flogið smoltið nú í nakrar dagar og tað má sigast at vera stórarbeiði hjá tyrluni, tí karið, sum tyrlan flýgur við tekur umleið 10.000 smolt hvørja ferð, so tað fara at ganga nakrir dagar áðrenn liðugt er við útsetingini.
Smoltið kemur áleið helvt um helvt frá Gjáarsmolt og úr Knúsdali á Kalsoynni.
Faroe Salmon hevur ikki havt trupulleikar av ILA á Borðoyarvík, men vit eru varnir, sigur Jón Purkhús, tí hava vit valt at flyta ringarnar einar 500 metrar áðrenn vit nú seta nýtt við í ringarnar. Hetta verður gjørt fyri at dálka økið minst møguligt.
Síðsta heyst og í vetur varð allur tann tilkomni laksurin tikin á Borðoyarvík og síðani seinast í mars mánað, tá liðugt var at taka, hevur økið ligið stilt.
Tað er tyrlan hjá Atlantsflog, ið ger arbeiðið fyri Faroe Salmon og Jón Purkhús sigur, at teir eru sera væl nøgdir við hetta arbeiðið, tí við at flúgva smoltið ístaðin fyri at flyta tað við brunnbáti, verður smoltið stressað sum minst.




