Setan av staðbundnum starvsfólki til Syðradal og Húsar
Setan av staðbundnum starvsfólki til Syðradal og Húsar
Klaksvíkar kommuna søkir við hesum eftir tímaløntum arbeiðsfólki til bygdirnar Húsar og Syðradal/húsavarðatoymi kommununnar.
Talan er um tímalønt starv sambært sáttmálanum við Kl. Arbeiðsmannafelag við tilvísing til húsavarðatoymi kommununar.
Starvið er parttíð sum staðbundið fólk á Húsum/Syðradali og parttíð sum starvsfólk í húsavarðatoyminum í Klaksvík.
Tann, ið settur verður, skal eisini samstarva og arbeiða saman við staðbundna kommunala starvsfólkinum í norðaru helvt í Kalsoy, og skulu staðbundnu fólkini arbeiða saman í norðaru helvt ella sunnaru helvt av oynni, tá tørvur er á hesum.
Tann, ið settur verður, skal tola møguligar bygnaðarbroytingar.
Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Hans Fróða Hansen, leiðari fyri húsavarðatoymið, á tlf. 213249.
Umsóknir merktar Arbeiðsfólk til Húsar og Syðradal/húsavarðatoymið skulu sendast til Klaksvíkar kommunu á niðanfyri nevnda bústaði og skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi mikudagin 15. mars 2017 á middegi.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Klaksvíkar Kommuna
Nólsoyar Pálsgøta 32
Postboks 2
710 Klaksvík
ella á klaksvik@klaksvik.fo




