“Setanarnevndin metti, at grundarlagið fyri støðutakan var somikið greitt, at tað ikki var neyðugt at hava fleiri samrøður við umsøkjarar ella gera fleiri tests av umsøkjarum.” Tað stendur í niðurstøðuni hjá setanarnevndini, sum tann 9. mai innstillaði John Rajani sum nummar eitt til starvið sum aðalstjóri í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.
“Við grundarlagi í starvsprofilinum hildin saman við umsóknum, innsendum skjølum, samrøðum, profiltest og samrøðum við tilvísingarpersónar er nevndin samd um at mæla til tveir persónar til aðalstjórastarvið í hesi raðfylgju:”
Sum nummar eitt verður John Rajani nevndur, meðan navnið á nummar tvey er yvirstrikað í skjølunum, sum Norðlýsið hevur sæð.
Umframt at vera sera motiveraður, hava hollar leiðsluroyndir og hava holla vitan um uttanríkisøkið, vísir setanarnevndin á, at John Rajani verður mettur at vera tann av umsøkjarunum, sum hevur størst fakliga vitan á økjunum hjá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.
“Sum stjóri í Bank Nordik hevur John Rajani verið við til at gera nógvar bygnaðarbroytingar og tillagingar, ið koma væl við, tá ein møguligur nýggjur bygnaður skal gerast í nýggja aðalráðnum. Hann hevur víst at hann dugir at arbeiða strategiskt, og at hann kann taka tungar og truplar avgerðir, har hetta er neyðugt,” skrivar nevndin.
Nevndin sigur seg hava viðgjørt spurningin um gegni, men er komin til ta niðurstøðu, at tað fer ikki at verða nakar trupulleiki, og tí verður komið til niðurstøðuna:
“Sum heild verður mett, at John er serstakliga væl skikkaður til starvið.”
Løgmansskrivstovan segði fríggjadagin, at út frá eini heildarmeting hevur løgmaður tikið avgerð um at lýsa starvið av nýggjum í vón um at nógvir umsøkjarar halda seg fram at.
Spurningurin er tó, um fólk við neyðugu førleikunum vilja søkja, tá fólk sum av setanarnevndini verða mett at vera “serstakliga væl skikkað”, ikki kunnu brúkast.




