sigur Jónbjørt Thomassen, byggi harri, og skilir ikki úttalisini frá Finnleif Durhuus rakstrarleiðara hjá Landsvek.
– Tað sum Norðlýsið skrivaði í gjár á heimasíðuni var einki annað enn ein loddrøtt lygn.
– Byggingin av nýggju sethúsunum í Ánunum gongur væl og vit eru als ikki steðgaðir av nøkrum myndugleika.
– Eg má vísa aftur at Landsverk ikki eru kunnaðir um ætlanina – tí vóru teir ikki tað – so vóru vit ongantíð farnir í gongd.
– Garðurin, sum talan er um, ein ein laðing sum landsverk skuldi gjørt ordiliga fyri 25 árum síðan, og nú vit fóru í holt við ein veg til húsini hjá okkum eru vit komnir í ávísar trupuleikar.
– Tann vegurin hevur einki við verkætlanina hjá okkum at gera – og havi eg tosað við Árna Joensen hjá landsverk um tey viðurskiftini.
– Tey eru við at koma í rættlag, men tá Finnleif Durhuus tosar um ein fund sum skal vera millum okkum og landsverk í morgun, so má eg siga sum er at tað kenni eg einki til.
Sølan gongur væl
Jónbjørt Thomassen sigur at tað gongur væl at selja húsini í Ánunum.
– Vit hava higartil selt umleið 2/3 av húsunum og vit hava nógvar fyrispurningar til viðgerðar.
– Men tað er greitt at úttalisini frá landsverk stuðla ikki upp undir og kunnu koma at kosta okkum millióna upphæddir.
– Eg kann bara vísa á at vit hava allar neyðugar góðkenningar frá myndugleikunum og vit hava als einki útistandandi við landsverk.




