sigur Magnus Brahe Jørgensen, sóknarprestur í Klaksvík, sum fyri tað mesta er her norðuri í vikuskiftunum
Magnus Brahe Jørgensen varð innsettur sum sóknarprestur tann 1. januar og fyrstu tíðina ferðaðist hann ímillum tí prestagarðurin á Biskupstøð varð umvældur.
– Mær hevur dámt sera væl í nýggja starvinum og norðoyingar hava verið sera fittir og fyrikomandi.
– Vit hava tikið prestagarðin í brúk, men eru fyri tað mesta í Klaksvík um vikuskiftini ella um eg havi onkra tænastu.
– Stórar umvælingar eru gjørdar og eg havi hoyrt at arbeiðið kostaði umleið eina millión krónur.
– Eg havi ikki nakrar fastar telefontíðir – men fólk kunnu ringja til mín alt døgni og er brúk fyri mær í norðoyggjum til okkurt serligt so er tað bara ein góður tími at koyra norður.
Blíðskapurin óførur
Magnus Brahe Jørgensen sigur at hann trívist sera væl í embætinum.
– Eg havi fimm kirkjur, sum eg vitjið regluliga og tað er ein sonn fragd at koma út á bygdirnar í norðoyggjum.
– Eg havi enn einki keðiligt upplivað í starvið mínum og blíðskapurin er óførur tá eg vitjið bygdirnar.
—–
Komandi sunnudag verður Magnus Brahe Jørgensen í Kunoyar Kirkju har Guðstænastan verður útvarpað




