Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Setið kross við meg, ella við Sambandsflokkin

Jógvan Sofus Vilhelmsen Valevni Sambandsfloksins

Góðu veljarar í Klaksvíkar Kommunu.

Seinastu tíðina er mangt sagt og mangt lovað.

Sjálvur havi eg verið sera varin við at lova ov nógv.

Tí veruleikin er, at tað verða inntøkurnar hjá Klaksvíkar Kommunu, ið avgera, um nakað ella onki av tí, sum er lovað verður ført út í lívið.

Inntøkur, ið vit lítla ella onga ávirkan hava á.

Hava Hanus og Kristian Martin tað nøkulunda, er so nógv sum ber til.

Hinvegin – hava teir tað IKKI nøkulunda, so kann tað gera akkurát tað sama, um vit hava verðsins besta býráð: so ber hvørki eitt ella annað til.

Tí er komandi fiskivinnunýskipanin, ið hongur sum eitt Damoklessvørð yvir okkum, størsti ósikkurheitsfaktorurin fyri komandi býráðssetu.

Óansæð, so ætli eg mær í øllum førum at gera mítt allar besta, fái eg møguleikan til tess.

Kom í ta heldur sjáldsomu støðu at gerast einsamalt valevni á Sambandslistanum hetta kommunuvalið.

Tá tað samstundis er fyrstu ferð at eg bjóði meg fram í politikki, hevur hetta, hóast góða uppbakking frá valfelag og baklandi annars, stundum kenst sum ein einsligur og heldur løgin sjálvdráttur.

Fyri onkran kann tykjast, sum um eg á fundum o.t. havi fingið dekan ov góða rúmd, men tá man er einsamallur á lista gerst tað ikki øðrvísi.

Og í øllum førum vita fólk hvat tey fáa, velja tey meg ella listan eg eri á.

Nú fer valstríðið at halla, og eg havi brúk fyri tíni hjálp.

Fari tí at loyva mær at heita á øll, sambandsfólk og øll onnur, um at stuðla mær og listanum, við at seta krossin við meg ella Sambandsflokkin.

Gott val

Jógvan Sofus Vilhelmsen

Valevni Sambandsfloksins

Harleywoodpaint