Nevndin í SEV fer helst at mæla aðalfundinum í ár til at lækka prísin.
Nevndin í SEV fer helst at mæla aðalfundinum í ár til at lækka prísin.
“Eg rokni við, at vit í komandi ári fara at mæla aðalfundinum til at lækka prísin eitt sindur.” Tað sigur Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV.
Spurdur hvussu nógv nevndin fer at mæla til at lækka prísin, sigur Jákup Suni, at eitt 5 oyra kundi hjálpt væl til.
Hóast hetta ikki ljóðar av so nógvum, so merkir tað einar 15 mió. krónur í mistum inntøkum hjá SEV.
“Vit selja meira nú, og vit hava eisini fyrimunir av, at oljuprísurin er so lágur. Harumframt geva íløgurnar sum vit hava gjørt í varandi orkukeldur rættiliga gott úrslit,” sigur Jákup Suni Lauritsen.
“Eg haldi at tá úrslitið er so gott ár aftaná ár, so eigur pláss at vera fyri príslækkingum,” sigur hann.
Rakstrarúrslitið hjá SEV var 103 mió. krónur í avlopi í 2015, og roknað verður við umleið sama úrsliti í ár.




